Um Havgrím

Hotel Havgrím er óformelt og avslappað við persónligari og nærlagdari tænastu í einum avbera vøkrum og sjáldsamum umhvørvi beint við sjóvarmálan. Húsini eru umbygd við virðing og alski til upprunastílin, eins og dentur er lagdur á, at innbúgvið hóskar til søguna og tætta bandið millum staðsetingina, náttúruna og havið.

Starvsfólk okkara hjálpa fegin við tí, sum tygum hava tørv á. Um tað eru eyka koddar, ein kaffimunnur ella ein bílegging av borði á eini mastovu í býnum, so eru vit til hjálpar. Vit vilja gera okkara besta soleiðis, at tygum fáa eitt ógloymandi uppihald í okkara vakra og søguliga heimi.

Havgrím er umgyrt av náttúru og sjógvi og er altíð eina vitjan vert, bæði taið tað stendur í klettin, ella tað runar í taranum ella uppgangur skolar niðan í garðin.