Størv

Hotelleiðari til Havgrím Seaside Hotel 1948

Hevur tú hug at standa á odda fyri okkara sermerkta og sjarmerandi boutique hotelli, har vit leggja okkum eftir at veita tænastu á høgum støði, so er hettar akkurát nakað fyri teg. Her sleppur tú at seta tín egna dám á, og menna húsið til eitt enn meira spennandi hotel.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so er bara at senda eina umsókn avstað.

Um starvið: Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú kemur í samband við fólk úr øllum heiminum. Tú verður andlitið hjá hotellinum úteftir og sleppur at branda hotelið, eins og tú verður við í menningini av framtíðarætlanum hjá hotellinum.

Tú fert at arbeiða út frá móttøkuni. Tú hevur ábyrgdina av at samskipa alt virksemið á hotellinum, og skal hava vakið eyga við, at húsið altíð tekur seg væl út og er klárt til at taka ímóti gestum.

Tá ella um starvsfólk verða sett, er tað tín uppgáva at seta viðkomandi.

Vit vænta av tær:

Viðkomandi útbúgving ella arbeiðsroyndir
Góðan málkunnleika og samstarvsevnir
Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
At tú dugur at síggja møguleikar
At tú ert til reiðar at arbeiða við skiftandi arbeiðstíðum
At tú ikki ert bangin fyri at taka hond í, har tað er neyðugt.
Løn sambært avtalu.

Umsóknir skulu sendast til office@hotelhavgrim.fo í seinasta lagi hósdagin 27. mai kl. 12:00.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Rasmussen á 23 98 98, ella skriva teldupost til teldupostadressuna omanfyri.

Kokkur til Havgrím Seaside Hotel 1948
Vit sóknast eftir kokki.
Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir avtalu.
Arbeiðið fevnir um at gera morgunmat, til tíðir aðrar lættar rættir, og at borðreiða fyri
gestum okkara.
Í fyrstu syftu er talan um morgunvaktir bæði gerandisdagar og vikuskifti.
Tú fert at fáa eitt spennandi arbeiðspláss, har tú sleppur at seta tín egna dám á køkin og
at menna tilboð til gestir okkara, eins og tú verður við i menningini av framtiðarætlanum
hjá hotellinum.
Umframt at tosa føroyskt og enskt vænta vit av tær, at tú leggur dent á høgt
tænastustøði, ábyrgdarfulla tænastu, góða uppmøting og at tú kanst arbeiða
sjálvstøðugt.

Ljóðar hetta starvið sum nakað fyri teg, er tú vælkomin at senda okkum eina umsókn á
office@hotelhavgrim.fo. Freistin at søkja er hósdagin 27. mai. Kl 12:00.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Beintu Rasmussen á tlf 23 98 98
ella skriva ein teldupost til teldupostadressuna omanfyri.

Starvsfólk til móttøkuna á Havgrím Seaside Hotel 1948

Vit sóknast eftir starvsfólkið til móttøkuna.

Talan er um starv í skiftandi vaktum, bæði gerandisdagar og vikuskiftir, har roknast kann við, at uppgávur ganga tvørturum starvsøkir.

Umframt at tosa føroyskt og enskt vænta vit av tær, at tú leggur dent á høgt tænastustøði,

ábyrgdarfulla tænastu, góða uppmøting og at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.

Royndir innan øki er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, er tú vælkomin at senda eina umsókn til Beintu á office@hotelhavgrim.fo innan 27. mai kl 12:00

Eru spurningar, kanst tú venda tær til Beintu á tlf 239898 ella í einum telduposti til omanfyrinevndu teldupostadressu.