Bíleggingar- og gjaldstreytir

Fylgjandi treytir eru galdandi fyri allar bíleggingar á Havgrími. Vinarliga kanna tygara bílegging og lesið treytirnar. Eru yvamál, setið tygum vinarliga í samband við okkum.

Online-Bóking

Àðrenn vit kunna vátta bíleggingina, hava vit tørv á einum gildigum kreditkorti. Havgrím Seaside Hotel 1948, tekur ímóti hesum kortum:

Dankort/ Visa Dankort, Mastercard, Visa, Visa Electron, American Express, JBC Dinners.

Einstaklingabíleggingar (1-4 kømur) :

Ein bílegging/broyting kann avlýsast/broytast uttan kostnað til kl 15:00, 72 tímar áðrenn komu. Við avlýsing/broyting seinni enn kl 15:00, 72 tímar áðrenn komu, hevur gesturin skyldu til at gjalda 100% av prísinum. Hettar er eisini galdandi um farið verður áðrenn ætlað ella um gesturin ikki møtir upp.

Avlýsingar/broytingar skulu vera skrivligar.

Bíleggingin er ikki endalig fyrr enn vit hava váttað við bíleggingarnummari. Àðrenn vit kunnu vátta bíleggingina, hava vit tørv á einum gildigum kreditkorti. Har tygum hava bílagt eitt “pre-paid” kamar, verður kort tygara skuldskriva við “non-refundable” kamarsprísinum, tá ið bíleggingin er váttað.

Gisting, matur og annað skal vera goldið við fráferð.

Koma og fráferð

Innskriving eftir kl 15:00. Vinarliga boða Hotel Havgrím frá um tygum ynskja at koma seinni enn kl 22:00. Ringið tlf 201400. ella sendi ein teldupost á booking@hotelhavgrim.fo.

Fráferð kl 12:00. Til ber at rinda fyri møguliga seinni fráferð, og má hettar avtalast við móttøkuna.

Tygum vera við komu biðin um eitt gjaldskort, ið skal dekka møguligar eyka rokningar undir uppihaldinum.

Bólkabíleggingar (merira enn 4 kømur )

Tá ið bílagt verða fleiri enn 4 kømur eru bólkatreytir galdandi. Bíleggingin kann avlýsast/broytast uttan kostnað 30 dagar áðrenn komu. Eftir hetta er bíleggingin bindandi. Evstamark fyri tal av kømurum er 1 mánað áðrenn komu. Navnalistisin skal vera okkum í hendi seinast 2 vikur áðrenn komu.

Um avlýst verður seinni enn:

– 30 dagar áðrenn komu skal gjaldast: 10% av samlaðu bílegging

– 20 dagar áðrenn komu skal gjaldast: 25% av samlaðu bílegging

– 14 dagar áðrenn komu skal gjaldast: 50% av samlaðu bílegging

–  7 dagar áðrenn komu skal gjaldast: 75% av samlaðu bílegging

–  72 tímar áðrenn komu skal gjaldast: 100% av samlaðu bílegging

Bíleggingin er ikki endalig fyrr enn vit hava vátta við bíleggingarnummari. Àðrenn vit kunna vátta bíleggingina, hava vit tørv á einum kreditkort, sum er í gildi.

Gisting, matur og annað skal vera goldið við fráferð, um ikki onnur avtalað er gjørd.

Check-in er kl. 15:00 føroyska tíð

Check-out er kl 12:00 føroyska tíð

Tygara uppihald:

Fyri at tryggja øllum okkara gestum ta bestu upplivingina, heita vit vinarligast á okkara gestir um at virða fylgjandi:

Ikki royking: Tað er ikki loyvt at roykja inni á Havgrími. Brot á hesar reglur viðførir eitt gjald svarandi til 1 gisting. Àvís roykiøki eru á økinum uttanfyri hotellið.

Gistingin: Einans innskrivaðir gestir hava atgongd til kamarið. Ynskja tygum at leggja onnur nøvn afturat, vinarliga boða okkum frá frammanundan.

Aldursmark: Gestir undir 18 ár kunnu einans gista saman við vaksnum.

MVG: Hotelkømur eru ikki áløgd mvg og er prísurin tí uttan mvg. Allir aðrir prísir eru íroknað 25% mvg.

Òljóð: Allir gestir vera vinarliga bidnir um at taka fyrilit fyri øðrum gestum og ikki elva til óneyðugan larm ella annan óhóskandi atburð.

Húsdjór: Einans eftir avtalu.

Skaði/óhapp: Vinarliga boðið okkum frá beinanvegin, um tygum bróta okkurt ella vera fyri óhappi. Um okkurt manglar á kamarinum eftir tygara gisting, loyva vit okkum at skuldskriva tygara kreditkort, fyri kostnaðin av tí brotna/burturblivna.

Parkering: Til ber at parkera á parkeringsplássinum hjá Havgrími, so leingi tygum gista.

Umtala av gestum: Tað er ikke loyvt at geva upplýsing víðari um gestir á Havgrími, hvørki á mannamunni, ella umvegis skrivaðar, loftbornar ella sosialar miðlar.

Force Majeure: Hotel Havgrím hevur ikki endurgjaldsskyldu, skuldi uppihaldið verið avbrotið/avlýst vegna force majeure, harímillum, men ikki avmarkað til, harligt veður, yvirflóð ella streynslit.

Brot á hesar reglur kunna viðføra burturvísing uttan rætt til endurgjald.