Vaknað til útsýnið tú droymdi um

Bílegg títt uppihald

Nýumvælt luksus Hotel yvir við Strond

Føroya fyrsta boutique hotel við sjóvarmálan úti við Strond, einans hanagleiv frá gomlu verjuborgini, søguliga Skansanum og skamt frá miðbýnum og gomlu Havnini.

Les meira

Fyrstafloks gisting við sjóvarmálan

Øll kømurini á Havgrími eru innrættað við íblástri frá fjørðuni. Litirnir bera brá av sjónum, bæði í silvitni og í uppgangi, fjørðuni, bønum og himmalhválvinum. Kømurini hava ymiska stødd og ymisk snið.

Vís kømur

Sertilboð

Pakki

Marglætis fríløta

Úr 1750,-
Les meir

Marglætis fríløta

Takið frí og latið tykkum forkelað

Vit hava øll tørv á viðhvørt at taka nakrar dagar úr kalendaranum, og bara verða borin á lógvum. Komið og vitjið Havgrím og fáið Eina slíka uppliving. Táið tit hava funnið tykkum til rættis á kamarinum, bjóða vit ein drekkamun í hugnaligu matstovuni. Her kunnu  tit njóta løtuna og friðin við einum kaffimunni ella temunni og heimabakaðari køku afturvið. Dagurin er tykkara.

Morgunin eftir byrja tit dagin við einum fyrstaflokks morgunmati, sum er borðreiddur í hugnaligu matstovuni. Seinnapartin bjóða vit ein drekkamun og okkurt søtt afturvið. Upplivið Havnina ella hugnið tykkum á Havgrími.

Tit fáa:

  • Gisting í 3 nætir í dupultkamari
  • Fyrstaflokks morgunmat
  • Vín, frukt og sjokuláta við komu
  • 1 x drekkamunn við køku í matstovuni
  • Òkeypis internet
  • Òkeypis parkering
  • Marglætis toiletlutir

 

Prísur pr. persón í deildum dupultkamari

Standard 1750,-

Deluxe 2500,-

Superior 2000,-

Svitan  3500,-

Pakki

2 dagar við sjóvarmálan

Úr 1350,-
Les meir

2 dagar við sjóvarmálan

2 dagar við sjóvarmálan

Upplivið tveir dagar á vakra søguliga Havgrími, har tit hava avbera gott høvi til at taka tykkum av løttum og lata tykkum forkelað. Á kamarinum stendur frukt, vín og sjokuláta klárt til tykkara.

Vit bjóða ein drekkamun við heimabakaðari køku í okkara hugnaligu matstovu. Her kunnu tit njóta løtuna og friðin meðan tit njóta avbera góða útsýnið yvir Nólsoyarfjørð.

Tit fáa:

  • Gisting 2 nætur í dupultkamari
  • Fyrstaflokks morgunmat
  • Vín, frukt og sjokuláta við komu
  • Drekkamunn við køku í matstovuni
  • Òkeypis internet
  • Òkeypis parkering
  • Marglætis toiletlutir

 

Prísur pr. persón í deildum dupultkamari

Standard 1350,-

Deluxe 1850,-

Superior 1500,-

Svitan 2500,-

Jólatilboð

Innisæla á Havgrími

Úr 1050,-
Les meir

Innisæla á Havgrími

Upplivið søguligu jólaskrýddu húsini yviri við Strond. À hotelinum kunna tit vera jólalig og slappa av um enn okkurt jólaørindi er eftir at gera í høvuðsstaðnum. Stressið kann býurin eiga!

 

Vit forkela tykkum við:

  • Vælkomu drekkamunni í okkara hugnaligu matstovu
  • 1/2 tíma massagu ( Tíð má bíleggjast áðrenn )
  • Jóladrykkur
  • 1 x Gisting við morgunmati

Prísur pr. persón í deildum dupultkamari

Standard 1050,-

Deluxe 1200,-

Superior 1400,-

Svitan 1900,-

Kaffihúsið

Í kaffihusinum eru gestirnir umgirdir av stuttleikabátum, ríkari søgu og gestablídni. Støkkið inn á gólvið og njótið ein góðan kaffimunn í kenda kaffihúsinum í Havn, og forkelið tykkum ein løtu við heimagjørdum køkum.

Vitja Kaffihúsið

Bílegg kamar